FC Suðuroy

Archive for maj, 2012

Dystir hesa vikuna, vika 22.

Dystir hesa vikuna, vika 22.
29. maj 2012

Leygardagin 2/6.
Old Boys kapping kl 10:00, á Vágseiði. B36, Skála, FC.S og HB a.
Old Girls kapping, við Margáir. EB/S, FC.S, Skála, Royn og B36.
2deild menn. FC.Suðuroy – Undri kl 13:00, á Vágseiði.
U16 dreingir. KÌ – FC.Suðuroy kl 16:00.
U14 dreingir. B68 – FC.Suðuroy kl 13:00, á Toftum.
U12 dreingir. ÌF b, Skála, TB a og FC.S, kl [...]

Saša Kolman er nýggjur venjari hjá FC Suðuroy

Saša Kolman er nýggjur venjari hjá FC Suðuroy
29. maj 2012

Nevndin í FC Suðuroy hevur gjørt avtalu við slovenska verjuleikaran, Saša Kolman, um at gerast venjari hjá besta mansliðnum.  Saša hevur tikið venjaraútbúgving í heimlandi sínum. Hann kom til Føroya síðst í januar 2012 fyri at spæla við FC Suðuroy í Effodeildini. Pól F. Joensen fór úr venjarastarvinum fyri einari viku síðan, og síðan tá hava [...]

FC Suðuroy tapti botndystin í Effodeildini 0-2

FC Suðuroy tapti botndystin í Effodeildini 0-2
29. maj 2012

Stórur spenningur var um dystin móti NSÍ, tí tað var mett at vera sera týdningarmikið fyri FC Suðuroy antin at vinna dystin ella í hvussu so er at fáa javnleik, tí hetta er 10. leikumfar og FC Suðuroy hevði bert fingið 2 stig. Men tað eydnaðist ikki. NSÍ fekk straffi beint áðrenn hálvleik, og skoraði. [...]

FC Suðuroy – EB/Streymur á Jóansøku kl. 18.30

FC Suðuroy – EB/Streymur á Jóansøku kl. 18.30
29. maj 2012

[ 23. juni 2012; 18:30 to 20:15. ] FC Suðuroy – EB/Streymur, Effodeildin, dysturin verður spældur leygardagin á Jóansøku kl. 18.30.

HB – FC Suðuroy, Effodeildin

HB – FC Suðuroy, Effodeildin
29. maj 2012

[ 17. juni 2012; 15:00 to 17:00. ] HB – FC Suðuroy, Effodeildin

TB – FC Suðuroy Effodeildin, Við Stórá kl. 19

TB – FC Suðuroy Effodeildin, Við Stórá kl. 19
29. maj 2012

[ 13. juni 2012; 19:00 to 21:00. ] TB – FC Suðuroy í Effodeildini spæla við Stórá í Trongisvági. Dysturin byrjar kl. 19.

FC Suðuroy 1. deild kvinnur taptu 1-4 móti Skála, 15 ára gamla Barbara Krosslá Hjelm skoraði sítt fyrsta mál

FC Suðuroy 1. deild kvinnur taptu 1-4 móti Skála, 15 ára gamla Barbara Krosslá Hjelm skoraði sítt fyrsta mál
29. maj 2012

FC Suðuroy kvinnurnar í 1. deild spældu í dag, 28. mai 2012, móti Skála.  Úrslitið gjørdist 1-4. Tað var Barbara Krosslá Hjelm, sum skoraði málið hjá FC Suðuroy. Barbara skoraði í 82. minutti, bara 6 minuttir eftir, at hon varð skift inn. Barbara er bara 15 ára gomul og var hetta hennara fyrsta mál í [...]

Dreingir U16 eru í Steypafinaluni

Dreingir U16 eru í Steypafinaluni
29. maj 2012

Dreingirnir hjá FC Suðuroy spældu hálvfinaluna í dag ímóti EB/Streymi/Skála. Dysturin gjørdist heldur óvæntað sera javnur, í hvussu so er, um hugt verður eftir úrslitinum. Dysturin endaði nevniliga við javnleiki 1-1. Teir hava fyrr spælt móti hesum liði, og hava tá ikki havt trupulleikar við at vinna. So seint sum tveir dagar áðrenn henda dystin [...]

Lutaseðlar seldir undir dystinum móti NSÍ 29. mai 2012

Lutaseðlar seldir undir dystinum móti NSÍ 29. mai 2012
29. maj 2012

Lutaseðlar vóru seldir undir kampinum í dag í Effodeildini millum FC Suðuroy og NSÍ.
Gulur seðil nr 215 vann gávukort frá Torginum og ljósareyður seðil nr 17377 (er avheintaður) vann gávukort frá Krambúðini á Gørðunum. Vinnarin sum hevur gula seðilin nummar 215 kann ringja tlf 267701.
FC Suðuroy takkar hjartaliga fyri stuðulin

Tað ber til! FC Suðuroy vann 2-1 móti Víkingi, kom tó ikki í finaluna

Tað ber til! FC Suðuroy vann 2-1 móti Víkingi, kom tó ikki í finaluna
23. maj 2012

FC Suðuroy var sum hamskift í dag, tað var ein heilt annar vilji til at vinna í dag enn sunnudagin móti ÍF. Seinna hálvfinalan um Løgmanssteypið varð spæld í dag vesturi á Eiðinum í góðum veðri. Dysturin byrjaði kl. 15. Hetta var mitt í vanligari arbeiðstíð, og tí vóru ikki so nógvir áskoðarir sum til [...]

ment av ruth'sa