Í dag var tað líka við, at okur fingu fyrsta sigurin í hús, men bara næstan. FC Suðuroy legði hart út og Palli Augustinussen skoraði longu í fyrsta minutti, hann smekkaði til frá longum avstandi, og fáur mundi rokni við, at mál fór at koma burturúr, men tað gjørdi tað. Í 15. minutti dømdi dómarin straffi til Víking. Evrard Blé tók tað og sparkaði bóltin niðarliga í høgru síðu, men Stanislav Kuzma kastaði seg rætta vegin og bjargaði skotinum. Okra menn stríddust hart allan dystin á tamb hevði eisini leiðsluna 1-0, tá farið varð til hálvleiks. Víkingur hevði tó tað mesta av spælinum og vóru fleiri ferðir nær við at fáa mál, men hetta eydnaðist ikki fyrr enn í allar seinasta minutti, tá landsliðsleikarin Atli Gregersen skoraði.
Okur mugu noyðast við tað eina stigi á hesum sinni. Hetta var fyrsti dysturin við Saša Kolman sum venjara, og fingu vit so hetta eina stigi burturúr. Haldið á fram við hesum stríðsviljanum, so fáa okur skjótt fyrsta sigurin!
Myndirnar eru frá dystinum í dag. Á ovaru myndini sæst Palli Augustinussen, á niðaru myndini sæst John Tordar Poulsen og Petur Dalbø, ímillum teir sæst Atli Gregersen, sum javnaði fyri Víking. Sum sæst á myndunum varð veðrið skiftandi, onkuntíð regnaði og onkuntíð var sólin frammi.
Á bonkinum í dag sótu tríggir 16 ára gamlir dreingir, Kári Jacobsen, Salmund Bech og Búi Egilsson, teir blivu tó ikki skiftir inn. Umframt teir tríggjar sótu Tóki Brattalíð og Reidar Dahl Joensen eisini á bonkinum frá byrjan. Reidar varð skiftur inn í 57. minutti og Tóki í 87. minutti. Hetta var fyrstu ferð, at Reidar hevur spælt í Effodeildini. Hann spældi eisini við í fyrru hálvfinaluni móti Víkingi. Búi og Salmundur spæla við dreingjum U16. Liðið hjá teimum spældu í gjár heimadyst móti Víkingi og vunnu teir 7-1, flott dreingir!
Kvinnurnar hava spælt í dag ímóti B36. B36 vann stórt 9-0. Næstbesta liðið hjá monnum spældi í gjár norðuri í Fuglafirði ímóti ÍF, teir taptu eisini stórt 9-0.
Ónsdagin verður grannauppgerð í Effodeildini við Stórá í Trongisvági, tá FC Suðuroy og TB møtast.









