logo

Heilsufótbóltur – Spæl teg til betri heilsu

HeilsufotbolturNú ber til at melda teg til Heilsufótbólt fyri vaksin.

Vit byrja í viku 18 við einari royndarvenjing. Kunning verður sunnudagin 3. mai kl. 17 í VB-húsinum. Væntandi í viku 19/20 byrja vit at venja tríggjar ferðir um vikuna. Í viku 1, 12 og 24 koma Liljan av Fløtum Petersen (fartlf. 599504) og Halltóra Joensen (fartlf.280241) vegna Magna Mohr og FSF at gera nakrar royndir við luttakarunum (vekt, hædd, blóðtrýst, puls, Yo-Yo-test, agility-test, javnvág-test og 20 m skjótleikatest). Í miðal skal hvør luttakari venja 1,5 ferðir um vikuna fyri, at tølini skulu vera nýtulig. Nærri kunning um hetta verður seinni fyri tey, sum hava meldað seg til tiltakið. So melda teg til hjá felagnum, tú kanst senda sms ella teldupost til Sigurð Marner Simonsen tlf. 503124, t-post smsimonsen@gmail.com.  Tað kunnu koma broytingar í.

Nýggj gransking vísur, at fótbóltsspæl hevur gagnligari heilsuárin og rakar breiðari enn renning, svimjing og venjing í heilsumiðstøðum. Í Danmark eru í dag fleiri enn 300 feløg, sum bjóða heilsufótbólt, og tað hevur verið ein sólskinssøga, har luttakararnir ikki bara bøta um heilsuna, men hava eisini góða og stuttliga sosiala samveru, sigur Magni Mohr lektari á Fróðskaparsetri Føroya.