logo

Ókeypis skeið: Gleði, bóltur og spæl

Skeið fyri venjarum í fótbólti og øðrum bóltspølum.

– um at brúka “bóltin”, tá tað ræður um. Skeiðið verður hildið 4-13 apríl 2016

Endamál og innihald:

Við gleðini í miðdeplinum verður arbeitt við grundleggjandi hugsanunum og virðunum, sum eru galdandi, tá talan er um ítrótt, spæl og rørslu á leikvøllinum.

Støði verður tikið í tilfarinum “Bingo bold” og “Brug bolden”. Eitt tilfar sum gevur hugskot um spøl, sum í sjálvum sær eru motiverandi, og sum eru løtt at venja. Eitt sett við 30 kortum, ella tilsamans 90 venjingum, sum luttakararnir kunnu ogna sær fyri 200 kr.

Bóltspøl eiga at innihalda flestu lutir í lívinum – tað at fáa avbjóðingar, at royna seg, at læra, at fegnast, at harmast, at vinna, at tapa, at eydnast og at brúka “bóltin”, tá tað ræður um.

Skeiðið er fyri barna- og ungdómsvenjararí fótbólti, men er avgjørt eisini viðkomandi fyri venjarar í øðrum bóltspølum.

Skeiðið er praktiskt, og lagt verður upp til, at luttakararnir eru virknir. – Eitt skeið í 2½ tíma, har vit gera tað, vit siga!

Freistin at melda til er úti mikudagin 16. mars 2016.

Nýtið tilmeldingarskjalið niðanfyri! Vel stað og skriva síðani luttakararnar í navnayvirlitið. (NB! Hetta liggur ikki á heimasíðuni hjá FC Suðuroy)

Max Rasmussen, fyrverandi DGI og DBU instruktørur.

Max hevur verið instruktørur á fleiri skeiðum í Føroyum. Í 80 og 90-unum hjá FSF innan fótbólt og síðan aldarskiftið mest fyri námsfrøðingum og lærarum.

Max hevur seinastu 25 árini starvast í DGI sum ráðgevi og instruktørur, og hann hevur havt eitt ótal av skeiðum og tiltøkum fyri venjarum í ymiskum bóltspølum og ítótti annars.

Max Rasmusen er ímyndin av opinleika, gleði, elduhugi og rørslu. Og ikki minst evnar hann at motivera og seta viðkomandi spurningar – spurningar sum samantvinna tað fysiska, mentala og intelektuella.

Støðini har skeiðið verður hildið:

Høllin á Giljanesi mánadagin 4. apríl, Høllin á Eiði týsdagin 5. apríl, Høllin í Trongisvági ónsdagin 6. apríl, Høllin Inni í Dal/Sandi tórsdagin 7. apríl, Høllin á Hálsi, Tórshavn mánadagin 11. apríl, Høllin í Runavík týsdagin 12. apríl, Badmitonhøllin í Klaksvik ónsdagin 13. apríl 2016. Allir dagar verður byrjað klokkan 16.00 og endað verður klokkan 18.30.

GG! Skeiðið er ókeypis, men luttakararnir kunnu tó ogna sær tilfarið “Bingo bold” & “Brug bolden” fyri 200 kr.