logo

B4-venjaraskeið & B-próvtøka

Frá Fótbóltssambandi Føroya:

Fótbóltssamband Føroya skipar fyri B4-venjaraskeiði í mars-juni 2016. Skeiðið er eisini skipað soleiðis, at B-próvtøkan verður partur av skeiðinum.

Byrjað verður mánadagin 14. mars kl 17.00 í FSF-húsinum. Hildið verður fram 11. apríl, 2. mai, 23. mai og 20. juni. Tilsamans fimm samlingar á uml 3½ tíma við tí meira ástøðiliga partinum.

Harumframt eru 4 vitjanir úti í felagnum hjá einstaka luttakaranum, har venjing og persónlig vegleiðing er á skránni – tann meira praktiski parturin.

Sum nevnt verður B-próvtøkan nú partur av B4 skeiðinum. Tað merkir, at seinasta vitjanin, sum er í viku 18-21, samstundis eisini verður próvtøka í praktisku venjingini. Próvtøkan í ástøðiliga partinum verður í viku 22-24.

Skeiðið er fyri tey, sum hava tikið B3-skeiðið ella sonevnda R-skeiðið.

Luttøka er eisini treytað av, at viðkomandi er venjari hjá hóskandi liði. Vinarliga viðmerkið hetta á viðfesta tilmeldingarskjalinum.

Luttøkugjaldið fyri B4 og B-próvtøkuna er kr. 3.500 og skal gjaldast á kontu hjá FSF í peningastovni.

Viðmerk B4 skeið mars-juni 2015.

(Konto: Eik 9181-263.457.2, BankNordik 6460-100.390.0, Norðoyar Sparikassi 9865-100.251.2, Suðuroyar

Sparikassi 9870-100.251.2)

Tilmeldingarfreistin er úti mikudagin 2. mars 2016. Viðfesta tilmeldingarskjal skal nýtast!

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Petur á teldupostadressuni petur@fsf.fo ella

doris@fsf.fo .

Tilmeldingarskjalið er at finna á heimasíðuni hjá FSF