logo

Suðuroyar Sparikassi heldur fram sum høvuðssponsor hjá FC Suðuroy

Suðuroyar Sparikassi 2016Petur Óli Samuelsen, deildarleiðari í Suðuroyar Sparikassa, er glaður um avtaluna og leggur afturat, at tað er týdningarmikið hjá Suðuroyar Sparikassa at vera virkin og skapa góðar liviumstøður og menning í Suðuroynni. FC Suðuroy hevur stóran týdning fyri trivnaðin í Suðuroynni, tí er eitt samstarv millum Suðuroyar Sparikassa og FC Suðuroy eisini eitt gott samstarv fyri oynna.

Julius V. Joensen, formaður í FC Suðuroy, fegnast um at Suðuroyar Sparikassi, sum er einasti peningastovnur við høvuðssæti í Suðuroynni, hevur enn einaferð valt at fara inn í eitt samstarv við FC Suðuroy.