logo

B2 og B3 venjaraskeið

Kunning frá Fótbóltssambandi Føroya um venjaraskeið, sí eisini tvey skjøl ið eru viðfest í leinkjum niðast á síðuni.

 

  • B2 venjaraskeið 28-30. oktober & 4-6. november 2016 (tilmeldingarfreist mikudagin 12. oktober).
  • B3 venjaraskeið 11-13. & 18-20. november 2016 (tilmeldingarfreist mikudagin 26. oktober).

 

Tilmeldingin:

Tilmeldingin fer fram á FSF-heimasíðuni (www.fsf.fo , undir “Nethandil”).

 

Einstaki luttakarin fer inn avgreiðir tilmeldingina – íroknað at rinda luttøkugjaldið.

Viðkomandi kann so, um tað er avtalað, fáa luttøkugjaldið endurrindað frá felagnum.

 

Men tað ber eisini til hjá felagnum at avgreiða tilmeldingina. Umráðandi er tó, at allir viðkomandi upplýsingar er rættir.

Luttøkugjaldið hjá kvinnum verður endurrindað tí einstaka/felagnum.

 

Tilmeldingarfreistin er, sum nevnt omanfyri, ávikavist 12. oktober og 26. oktober.

 

Fótbóltssamband Føroya

 

b2-okt-nov-2016-innbjoding

 

b3-okt-nov-2016-innbjoding