logo

Ráðstevna um barna- og ungdómsfótbólt 3.-4. mars 2017

Fótbóltssambandið skipar fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt í døgunum 3.-4. mars 2017 í Tórshavn. Málbólkur eru allir barna- og ungdómsvenjarar, uttan mun til royndir og/ella útbúgving. Einasta kravið er áhugi fyri barna- og ungdómsvenjing!

 

Endamálið við ráðstevnuni er at geva teimum, sum fáast við barna- og ungdómsvenjing kring landið, íblástur og høvið at hittast og práta um fótbólt.  Á skránni verða spennandi fyrilestrar, umframt praktiskar venjingar á vøllinum – sí vegleiðandi skrá og innihald niðanfyri:

 

Vegleiðandi skrá – tíðarkarmur:

Fríggjadag 3. mars kl. 17.30 – 21.00.

Leygardag 4. mars kl. 09.00 – 18.00 – síðani felags døgurði.

 

Vegleiðandi innihald:

Evni, sum verða á skránni hesar dagarnar, eru m.a.:

  • “Talent” hugtakið – hvat er eitt “talent”?
  • Útveljing av leikarum – skulu vit velja út? Nær og hvussu?
  • Tann góða barna- og ungdómsvenjingin – anno 2017
  • Tað gevandi venjaraumhvørvi
  • Gentufótbóltur – avbjóðingar og møguleikar
  • Gjøgnumbrotsspæl – hvussu skapa vit kreativar lekarar?
  • Rák og royndir í altjóða fótbólti – hvat merkir hetta fyri barna- og ungdómsvenjingina?

 

Seinasta freist at melda til ráðstevnuna er mánadagin 20. februar 2017 við at senda ein teldupost til psc@fsf.fo, við upplýsingum um navn, teldupost og fartlf.nr. á luttakarunum. Luttøkugjaldið er ásett til 1.000 kr. og eru allar máltíðir íroknaðar.