Dávid 2 ára sáttmála

Eins og Heri Kjærbo og Reidar Dahl Joensen hevur Dávid Jónsson Lisberg í dag eisini undirskrivað 2 ára sáttmála við FC Suðuroy.

Hóast Dávid ikki fylti 18 ár fyrr enn í síðst í august, so hevur Dávid í ár verið ein av profilunum á FC Suðuroy-liðnum.

Dávid gjørdi í ár 14 mál í 17 dystum (1 mál og 1 dyst í løgmanssteypinum), so tað verður spennandi at fylgja Dávid komandi árini.

Tað hevur stóran týdning fyri felagið, at okur halda uppá tey ungu talentini, tí eru okur eisini sera fegin um at Dávid hevur gjørt 2 ára sáttmála, sigur Julius Vest Joensen.