Taptu 1-4 í Runavík

2. deildarliðið tapti 1-4 ímóti NSÍ í Runavík leygardagin. Talan var um ein truplan dyst, har okkara menn ikki rættliga komu ígongd. Heimaliðið var omaná stóran part av dystinum og í so máta var ikki talan um heilt órættvíst úrslit.

Leygardagin á jóansøku vitjar Royn á Eiðinum í Vági.

Støðan í 2. deild er nú tann, at NSÍ og B68 eru á odda við fullum stigatali, 9 stig fyri 3 dystir. FC Suðuroy er á 3. plássi við 6 stigum eftir 3 dystir.