Leygardagin verður 1. umfar hjá 2. deild monnum, sum leggja leiðina norður á Argir, har AB tekur ímóti.
Kappingin hjá 2. deild byrjar nakað seinni enn hjá hinum deildunum, tí 2. deild spælir 18 umfør, meðan Betrideildin og 1. deild spæla 27 umfør.
Fyrireikingarnar til kappingarárið hava tó verið ígongd í fleiri mánaðir og hevur FC Suðuroy eisini spælt nakrar venjingardystir. Farna vikuskiftið var eisini dystur ímóti Royn á Eiðinum í Vági, hetta var undanumfar til kappingina um Løgmanssteypið, FC Suðuroy vann dystin 5-0.
Dysturin Inni í Vika á Argjum byrjar kl. 13 leygardagin.