2. deildarliðið hjá okkum í mansdeildini skal í dag, Kristi Himmalfaradag, á Svangaskarð, har B68 tekur ímóti.
B68 er á einum 3. plássi við 14 stigum eftir 7 dystir í landskappingini. FC Suðuroy er á 5. plássi við 10 stigum, men hevur spælt 6 dystir.
B68 tapti í seinasta umfari 5-4 ímóti FC Hoyvík í Hoyvík, meðan FC Suðuroy vann seinasta dyst 5-1 ímóti ÍF í Vági.
Dysturin í dag er ein av týðandi dystunum í samband við kappingina um at vinna sær uppflyting til 1. deild og undanfarin ár hava dystir á Svangaskarði verið truplir.
Dysturin í dag byrjar kl. 14.00