2. deild endaði á 4. plássi

Nú kappingarárið hjá 2. deild hjá monnum er endað, so kann eisini staðfestast, at okur gjørdist ov stuttur til at flyta upp í 1. deild, sum var ein partur av málsetninginum fyri kappingarárið 2022.

Nú allir dystir eru leiktir, so er eisini greitt, at tvey stig høvdu verið nokk til at tryggja okkum 2. plássið, sum hevði ført við sær uppflyting.

Við 18 dystum í kappingarárinum, so var fryktandi fyri, at óstøðuga byrjanin við 1 stigi í fyrstu 3 dystunum fór at kosta okkum dýrt ímóti kappingarenda, og tíverri gjørdist tað so.

Liðið hevur annars sum heild spælt stabilt gott frá fyrst í juni mánað, við undantøku av einstøkum dystum, har okur eisini snávaðu og mistu stig. Við 8 sigrum síðani fyrst í juni, 2 javnleikum og 1 tapi, so var hetta hóast alt ikki nokk til at vinna okkum upp á annað av uppflytingarplássunum.

Fyrireikingarnar til komandi ár eru ígongd!
Fyrireikingarnar til komandi ár eru longu farnar ígongd og fara okur eisini komandi ár at stríðast fyri at vinna uppflyting.

Okur takka øllum leikarum, venjaratoyminum, hjálparfólki og viðhaldsfólki – og ikki minst øllum stuðulum.