2. deild menn eisini ígongd eftir summarfrítíðina

Betrideildin hjá kvinnum er farin ígongd eftir summarfrítíðina og í dag byrja eisini 2. deild menn.

Hjá 2. deild monnum gongur leiðin norður til Eiðis, har EB/Streymur tekur ímóti. Talan er um sera truplan dyst ímóti oddaliðnum úr EB/Streymi. EB/Streymur er á odda í 2. deild við 24 stigum eftir 10 dystir og hevur enn ikki tapt nakran dyst í ár. FC Suðuroy er á 4. plássi við 19 stigum.

Dysturin í Hólmanum á Eiði byrjar kl. 13.15 í dag.