2. deildarliðið hjá okkum í mansdeildini skal í morgin á Skála, har Skála tekur ímóti.
Í tveimum teimum fyrstu umførunum hevur Skála vunnið ein dyst (ímóti FC Hoyvík) og hevur tapt ímóti B68. Fyrstu tvey umførini hevur FC Suðuroy fingið 1 stig, tað var á heimavølli ímóti EB/Streymi í farnu viku. Í fyrsta umfari tapti FC Suðuroy ímóti AB á Argjum.
Dysturin undir Mýruhjalla á Skála leygardagin byrjar Kl. 13.15.