3. deild sannførandi 6-2 sigur á NSÍ

Leygardagin tók 3. deildarliðið hjá FC Suðuroy ímóti NSÍ. Og eins og 2. deildardysturin, so varð dysturin hjá 3. deild eisini ávirkaður av, at tað var fitt av vindi á Eiðinum.

NSÍ byrjaði undan vindinum og tá farið varð til hálvleik, var støðan 2-0 til NSÍ.

Men í seinna hálvleiki stóð tað FC Suðuroy á tí mesta. Okkara menn skaptu nógvar málmøguleikar og tað gekk ikki long tíð áðrenn FC Suðuroy hevði minkað um munin, síðani javnað – og so lagt seg framum.

Í seinna hálvleiki fekk FC Suðuroy 6 mál og málskjúttarnir vóru:
Allan Enghamar 2
Gunnar Andreasen 1
Teit Hjelm 1
Alexander Holm Kilgour 1
Eyðtór Samuelsen 1