3 týðandi stig ímóti FC Hoyvík

2. deildarliðið hjá monnum var í dag í Hoyvík, har FC Hoyvík tók ímóti.

FC Hoyvík legði seg á odda 1-0 eftir 5 minuttir, men okkara menn stríddist væl og skaptu fleiri møguleikar, tó uttan at skora.

Men í 30 min kom hol á. Pætur Augustinussen langskot og so var 1-1.

Løtu seinni gjørdi Fríði Holm tað til 2-1 eftir sera gott álop.

Hetta var eisini hálvleiksstøðan.

2 minuttir inn í seinna hálvleik gjørdi Hans Fríður Muller tað til 3-1, sum eisini var úrslitið av dystinum.

3 týdningarmikil stig og nøgdir menn koma suður í kvøld.