Sera spennandi tíðir í kvinnufótbóltinum í Suðuroynni.
Suðuroyingar hava nú lið í Betri deildini hjá kvinnum.
Tað er sera spennandi at fylgja hesum ungu gentunum til venjing og í dysti.
Venjing var við Stórá í kvøld, tórskv. 31.03.22 kl 20.00
Betri kvinnur venja teirra fjóru venjing hesa vikuna í kvøld.
Mánakvøld, týskvøld og ónskvøld vandu tær í Marghøllini í Vági.
Hetta kvøldið, sum so nógv onnur kvøld, kl. 20 venja kvinnurnar fótbólt.
Hóast tær eru ungar og óroyndar, eru tær ágrytnar at venja, tær vilja mennast og vilja verða ímillin tær bestu í landinum. Fýra-fimm dagar um vikuna venja tær fótbólt og styrkivenjing og harafturat spæla tær dyst/dystir
Hópurin – Ungir leikarar
Genturnar eru ungar, tíggju av teimum hava eisini aldur til at spæla við U16 gentum.
Tvær av gentunum, ið hava spælt við okkum í ár eru 21 ár, restin er 20 ár og yngri.
Vit hava umleið 20 leikarar í hópinum.
Tríggjar av teimum í hópinum ganga á Ítróttaháskúlanum. Hesar tríggjar spæla bara við, tá tað liggur fyri, so tað ikki órógvar skúlagongdina. Tvær av teimun spældu við fyrsta dystin.
Allar hinar eru okkara egnu leikarar.
Menning og úrslit
Hóast úrslitini ikki eru góð í byrjanini, eru genturnar og vit venjarar sera motiverað til uppgávuna. Vit eru greið yvir, hvat málsetningurin er, og nøkur tap á vegnum kunnu vit saktans liva við.
Men sum ein kendur maður segði: tað liggur eisini ein menning í at vinna, og sjálvandi fara vit altíð á vøllin fyri at royna at vinna dystirnar. Hinvegin vita vit eisini, at bestu menningarmøguleikarnir finnast júst í tí at spæla ímóti teimum bestu.
Málsetningurin
Málsetningurin er at:
- Mennast, at blíva betur fyri hvønn dyst og hvørja venjing, vit hava.
- Menna liðið til eitt av teimun bestu í landinum innan 3-5 ár.
- Steðga fráflyting av okkara leikarum, og hava tað best møguliga tilboðið til tær í oynni.
- Menna tær tíðliga, ímeðan tær búga í oynni, áðrenn tær fara av oynni at lesa.
- Gerða okkara til at tær flyta heimaftur, at fótbólturin er við til at eggja teimum til tað.
- Fáa ein sterkari felagsskap, bæði felags og í øllum 3 feløgunum saman við kvinnunum.
- Styrkja kvinnufótbóltin í oynni. Tær eldru eru fyrimyndir fyri okkar ungu gentulið.
- Menna so nógvar av okkara egnu sum tilber, so vit fáa eina sterka stammu av okkara leikarum.
- Verða við til at gerða fótbóltsføroyar størri, við breiðari umboðan.
- At skapa størri javnstøðu í fótbóltshøpi.
Venjingin í kvøld.
Í venjingini í kvøld sóu vit m.a. at okkara leikarar:
- Hetta kvøldið runnu ca. 5 km í miðal
- 400 metrar í miðal, við eini ferð, ið var yvir 15 km/t
- 15 spurtir (skjótt temposkift) í miðal
Tað er soleiðis, at FSF satsar nógv uppá kvinnufótbólt.
Í tí sambandi hava allir leikarar í bestu kvinnudeildini GPS’arar á sær til allar venjingar og dystir.
Hesir máta m.a. puls, metrar samanlagt fyri liðið og fyri hvønn einstakan leikara, metrar í ymiskum skjótleikasonum, maks ferð, vísa hvar leikarin hevur runnið á vøllinum og so nógv ymiskt annað.
Hetta er sera spennandi og mennandi at fylgja bæði hjá leikarum og venjarum.
Dystur er leygardagin kl 14 við Stórá, tá kvinnurnar úr Vágum 07Vestur verða gestir.
Liðið úr Vágum er eisini eitt av teimun nýggjaru í bestu kvinnudeildini. Tær spældu við bestu deildini í 2021 og síggja rættuliga út til at hava fótað sær.
Kvinnufótbóltur á veg fram.
Eitt gott dømi um, at kvinnufótbóltur verðulig er á veg fram, er toppdysturin í Spania í vikuni. Dýsturin var ímillin kvinnuliðini hjá Barcelona og Real Madrid.
Áskoðaratalið síggja vit á myndini