Ari og Reidar aftur til FC Suðuroy

Nú summarfrítíðin hjá fótbóltinum nærkast, er hetta eisini tíðin, har leikarar flyta millum feløg og leikarar flyta heimaftur til Føroyar eftir at hava verið uttanlands í lestrarørindum.

Soleiðis er eisini hjá FC Suðuroy, sum um dagarnar boðar frá, at styrkt verður um leikarahópin.

Ungi áleyparin Ari Krosslá Poulsen, sum í fyrru helvt av kappingarárinum hevur spælt við 1. deild hjá HB, vendur í seinnu hálvu aftur til Vágs og fer at spæla við FC Suðuroy.

Reidar Dahl Joensen, sum hevur verið í Danmark í útbúgvingarørindum, vendur eisini heim til Vágs í summar. Reidar hevur í Danmark spælt við ÍF Føroyum, men hevur eisini hvørt summar spælt í Suðuroynni, og spældi í fjør eisini við Betraliðnum hjá Suðringum. Reidar hevur spælt bæði sum verjuleikari og í álopinum.