Leygardagin tók 2. deildarliðið hjá FC Suðuroy ímóti EB/Streymi á Eiðinum í Vági. Undan dystinum var greitt, at hetta fór at verða ein trupul dystur, tí EB/Streymur er eisini eitt av liðinum, sum hevur sum málsetning at flyta upp í 1. deild.
Nógvur vindur var á Eiðinum leygardagin – landnyrðingur er ringasta ætt á Eiðinum – og hetta darvaði nakað spælinum.
FC Suðuroy byrjaði ímóti vindinum og legði bragliga fyri. Skaptu beinanvegin í 1. minutti ein stóran málmøguleika, sum førdi við sær horna. Og hornasparkið frá Pætur Augustinussen kom væl innfyri og har saksasparkaði Ari K. Poulsen bóltin í málið til 1-0 – og verður hetta uttan iva í uppskoti til ársins mál á Eiðinum.
Í fyrra hálvleiki høvdu vit fleiri minni og størri møguleikar til at fáa mál, men vóru ikki nóg neyvir. Í hinum endanum hevði EB/Streymur eisini onkran málmøguleika, tann størsta bjargaði Rani N. Johannesen í málinum.
Í seinna hálvleiki spældu vit undan vindinum og ikki kann sigast, at spælið gekk gott. EB/Streymur fekk meiri burturúr í seinna hálvleiki, men kom tó ikki fram til teir heilt stóru málmøguleikarnar. Men tá eini 10 minuttir vóru eftir gerst ein EB/Streymari leysur – Rani kemur út úr málinum, og tá EB/Streymarin verður feldur – og dómarin metir tað er innanfyri – verður dømt brotsspark og reytt kort til Rana. Brotssparkið megnaði Ólavur Ludvig ikki at bjarga, hóast hann fór rætta vegin.
Fleiri mál komu ikki, so fyrsti heimadysturin í ár endaði við javnleiki 1-1.