B2-venjaraskeið í Vági

Í vikuskiftinum var B2-venjaraskeið í Vági, har Jón Pauli Olsen og Sigfríður Clementsen vóru instruktørar. 

B2-venjaraskeiðið er framhald av B1-venjaraskeiðnum hjá FSF.

Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt og dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum. Skeiðið er á tilsamans 50 tímar, býtt yvir tvey vikuskifti.

Evni, sum vóru viðgjørd á skeiðinum, vóru m.a.:

  • Teknisk venjing
  • Likamlig venjing
  • Leiðsla
  • Læruhættir/metoda
  • Málmansvenjing

Skeiðið var hildið í Fjarlestrardeplinum í Vági og praktiski parturin var sjálvandi í nýggju Marghøllini.

Luttakarirnir lótu sera væl at skeiðinum og er hetta eisini ein liður í miðvísu menningini av fótbóltinum í Suðuroynni..

Fyri FC Suðuroy luttóku Fríði Stenberg Olsen og Tom Villy Magnussen. Og harumframt var Bjarni Johansen sum málmansvenjara-instruktørur.