Betrideildin hjá kvinnum úti ímóti Víkingi

Sunnudagin gongur leiðin hjá felagsliðnum í Betrideildini hjá kvinnum norður í Sarpugerði, har Víkingur tekur ímóti.

Ungu kvinnurnar á felagsliðnum hava fingið harða viðferð frá mótstøðu liðunum í Betrideildini við fleir lemjandi tapum í ár, nú tær á fyrsta sinni spæla í Betrideildini. Men tær eru tó við gott mót og hava saman við venjaratoyminum sett fokus á eina menningartilgongd komandi árini.

Til dystin ímóti Víkingi sunnudagin verða eisini nýggju argentinsku leikararnir.

Dysturin í Saprugerði byrjar kl. 14 sunnudagin.