Betrikvinnurnar á Eiðinum sunnudagin

Sunnudagin taka kvinnurnar í Betrideildini á felagsliðnum TB/FC Suðuroy/Royn ímóti B36 á heimavølli – og hesaferð er dysturin á Eiðinum í Vági.

Felagskvinnuliðið hevur fingið ein elddóp í Betrideildini, men hava summi úrslit tó verið á heilt góðari leið, ikki minst á heimavølli ímóti 07 Vestur fyri tveimum vikum síðani.

Sunnudagin kemur B36 á vitjan og B36 hevur vunnið tveir dystir og tapt tveir dystir, nú fýra umfør eru leikt.

Dysturin á Eiðinum sunnudagin byrjar kl. 14.30.