Betrikvinnurnar tepurt tap ímóti Víkingi

Felagsliðið í Betrideildini tók í dag ímóti Víkingi á heimavølli – og varð dysturin spældur við Stórá í Trongisvági.

Hetta var heilt greitt okkara besti dystur í ár, sigur Jón Pauli Olsen, sum er ein av venjarunum hjá kvinnunum, sum var vælnøgdur við úrslitið, hóast talan gjørdist um eitt 1-2 tap.

Vit eru væl við allan dystin og hóast Víkinga-kvinnur høvdu bóltin meiri, so koma vit eisini fram til fleiri málmøguleikar.

Bjørg Jarnskor legði annars Víking á odda 1-0 tá 48 minuttir vóru farnir, men felagsliðið javnaði beinanvegin til 1-1 og var tað argentinska Maria Macarena Abalos, sum javnaði til 1-1.

Tá 60 minuttir vóru farnir fekk Víkingur brotsspark, sum Jensa Tórólvsdóttir varð sett at skjóta, men hon rakti stongina og út, so støðan var framvegis 1-1.

Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, eydnaði tað tó Jensu Tórólvsdóttir at fáa mál og var tað í 96. minutti og gjørdist endaliga støðan eisini 2-1 til Víking.

Seinast felagsliðið tók ímóti Víkingi á heimavølli í Suðuroynni var talan um stórtap 0-16.