Nú er kappingin hjá 2. deild løgd og greitt er, at FC Suðuroy byrjað á heimavølli 6. apríl ímóti FC Hoyvík.
10 lið eru í 2. deild, men av teimum hava 6 lið í 1. deild eisini, so undir “vanligum” umstøðum eru tað 4 lið, sum kunnu rykkja upp í 1. deild, tey eru FC Suðuroy, FC Hoyvík, AB og Undrið FF.
Seinasti dystur hjá FC Suðuroy kappingarárið 2019 er 5. oktober ímóti 07 Vestur á útivølli.
Leiksskráin hjá 2. deild er her.