Dávid Lisberg spentur uppá nýtt kappingarár

Evnaríkið vongleikarin Dávid Lisberg hevur nú eisini gjørt sáttmála við FC Suðuroy fyri kappingarárið 2022.

Dávid var í fjør darvaður av skaða og hevur í allan vetur arbeitt við at gerast klárur til kappingarárið.

Eg eri spakuliga byrjaður at venja við bólti aftur, og tá eg eri klárur, so má eg taka ein dyst í senn og so síggja okur hvussu kappingarárið fer at ganga, sigur Dávid.

Fyrsta umfar í 2. deild verður 9. apríl.