Leygardagin kl. 13.30 tekur 2. Deildarliðið hjá FC Suðuroy ímóti B68 á Eiðinum í Vági.
Hetta er seinasti dystur hjá FC Suðuroy í ár og er talan um ein avgerandi dyst, sum FC Suðuroy skal vinna, um FC Suðuroy skal tryggja sær møguleikan at flyta upp í 1. Deild.
Heitt verður á øll um at møta fjølment til dystin. Í hálvleikinum bjóðar FC Suðuroy ókeypis kaffi og kaku (frá Shailu).
Stríðið um uppflyting!
FC Suðuroy hevur í løtuni 33 stig fyri 16 dystir, men dysturin ímóti 07 Vestur í næstu viku vinnur FC Suðuroy uttan dyst, tí 07 Vestur hevur trekt seg úr deildini. Sostatt hevur FC Suðuroy 36 stig áðrenn seinasta dyst (í morgin). Skála hevur eisini ein dyst eftir, men hevur 35 stig. So um Skála tapir seinasta dyst, so er FC Suðuroy nr. 3 í deildini og kann flyta beinleiðis upp í 1. Deild.
B68 er á odda í 2. Deild við 41 stigum og EB/Streymur er nr. 2 við 37 stigum. Bæði B68 og EB/Streymur hava 2 dystir eftir. FC Suðuroy kann koma uppá 39 stig – og skal sostatt vinna seg framum EB/Streym, um FC Suðuroy skal flyta upp.
Hin møguleikin hjá FC Suðuroy at flyta upp hevur við Betrideildina at gera. Um so er, at B68 flytir úr Betrideildini niður í 1. Deild, so kann B68 ikki flyta úr 2. Deild upp í 1. Deild, og merkir hetta, at FC Suðuroy tá flytir upp, um FC Suðuroy er á 3. Plássi. Er FC Suðuroy tá á 4. Plássi aftanfyri Skála, so skal spælast um uppflyting, tí Skála kann ikki flyta upp í 1. Deild, tí Betrideildarliðið hjá Skála flytur niður.
Ja, møguleikin er fyri at flyta upp í 1. Deild, men fleiri brikkar skulu fella uppá pláss okkara veg. Fyrsti brikkurin er at vinna ímóti B68 í heimadystinum á Eiðinum leygardagin kl. 13.30. Dysturin verður sum vant stroymdur.