FC Suðuroy gjørt sáttmálar við fleiri leikarar

FC Suðuroy hevur seinastu vikurnar gjørt sáttmálar við fleiri leikarar afturat, talan er bæði um 2 ára sáttmálar og 1 ára sáttmála.

FC Suðuroy hevur gjørt 2 ára sáttmála við fleiri ungar evnaríkar leikarar m.a. Olivur Trygvason, Kári Svenningsson Kjærbæk, og Rana Arnason Johansen. FC Suðuroy hevur eisini gjørt 2 ára sáttmála við Bjartur í Lágabø og við Jonn Marna Lindenskov.

FC Suðuroy hevur eisini gjørt 1 ára sáttmála við Tóka K. Mortensen.