FC Suðuroy í 1. deild í 2021

Við 3-0 sigri á Undrið FF á Tórsvølli í seinasta umfarið í kappingarárinum 2020 tryggjaði FC Suðuroy sær uppflyting í 1. deild.

Fyrireikingarnar til komandi ár eru byrjaðar og bæði felagið, venjarar og leikarar eru spentir um komandi kappingarár.