FC Suðuroy javnleik 2-2 ímóti ÍF

Leygardagin var seinasti generalprøvin hjá FC Suðuroy áðrenn fótbóltskappingin byrjar komandi leygardag. ÍF var um vikuskiftið í Vági á venjingarlegu og í hesum sambandi var eisini venjingardystir ímóti FC Suðuroy á Eiðinum.

Talan gjørdist um ein javnan og spennandi dyst – og tað sást ikki, at heimaliðið í fjør flutti upp úr 3. bestu deildini, meðan útiliðið í fjør spældi í bestu deildini.

Í mun til dystin ímóti TB fyri 2 vikum síðani, so sást hjá FC Suðuroy, at tvær vikur afturat vóru komnar í beinini og at venjingin hevur verið málrættað til kappingarbyrjan hvat spæli viðvíkur.

Dysturin var rættiliga javnur. Bæði liðini komu fram til fleiri málmøguleikar í fyrra hálvleiki – ÍF teir størri, og sum førdu mál við sær. Málini hjá ÍF gjørdu Uros Stojanov og Karl Løkin.
FC Suðuroy hevði eisini fleiri hampiligar málmøguleikar og kundu eisini við eitt sindur av hepni fingið okkurt mál í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki spældi FC Suðuroy undan vindinum. Liðini bæði løgdu nógv upp fyri og tóktist vilja hava eina góða lopfjøl við til 1. umfar landskappingini. Fleiri málmøguleikar vórðu skaptir, bæði úteftir ímóti ÍF málinum og vestureftir ímóti FC Suðuroy málinum.

Men í seinna hálvleiki var heimaliðið tað neyvari liðið. Norski áleyparin Christian Njøten – sum allan dystin var vandamikil – minkaði fyrst um munin til 1-2 við einum væl plaseraðum langskoti uttanfyri brotsteigin.

Løtu seinni fekk ÍF brotsspark, men Rani N. Johannesen í FC Suðuroy málinum bjargaði hegnisliga – sí eisini filmsbrot av tí niðanfyri. FC Suðuroy fór at kalla bein í mótálop og gjørdist Christian Njøten einsamallur við ÍF-málverjan og lobbaði bóltin uppum málverjan til 2-2 – sí eisini filmsbrot av tí niðanfyri.

Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, sum endaði 2-2.

Samanumtikið eitt sera gott og sterkt avrik av FC Suðuroy og sær tað sera spennandi út nú landskappingini byrjar komandi leygardag við heimadysti ímóti B36.

Leygardagin byrjaðu hesir dystin:

Ólavur Ludvig í málinum.
Reidar Dahl Joensen, Rani Johansen, Olivur Tryggvason, Bjartur í Lágabø í verjuni.
Ingi Poulsen, Heri Kjærbo á miðvøllunum og Pætur Augustinussen og David Lisberg úti í síðunum.
Salmund Bech offensivur á miðvøllinum, aftaná fyri Christian Njøten í álopinum.

Harumframt komu Dennis Nielsen, Veljko Vukovic, Ari Krosslá Poulsen, Gunnar Andreasen, Bjørgvin Sveinbjørnsson, og Rani N. Johannesen eisini inn í dystinum.

Hesir byrjaðu dystin fyri ÍF.

Jákup N Olsen í málinum.
Í verjuni: Steinbjørn Olsen, Tóri N Olsen og Jan Ellingsgaard.
Á miðvøllinum: Hans J. Lervig, Karl Løkin, Gundur Ellingsgaard, Sámal Joensen og Ólavur Niclasen.
Í álopinum: Uros Stojanov og Filip Djordjevic.