FC Suðuroy javnleik ímóti B36

Í dag var 1. umfar í 1. deild og í 1. umfari tók FC Suðuroy ímóti B36 á Eiðinum.

Hesin fyrsti dysturin í kappingarárinum varð merktur av, at hetta er byrjanin av kappingarárinum og menn hava ikki so nógvar “dystir í beininum”.

Dysturin var til tíðir rótutur og høvdu okkara menn trupulleikar við at fáa góða spælið at glíða, sum t.d. í venjingardystinum ímóti ÍF.

B36 byrjaði dystin betur og komu eisini fram til onkran hampiligan málmøguleika í fyrru hevlt av fyrra hálvleiki. Men so kom FC Suðuroy meiri við í dystin og spældi seg fram til onkran stóran málmøguleika – og burdi eisini havt skorað mál í fyrra hálvleiki.

Men hálvleikstøðan var 0-0.

Alt bendi á, at Palli Augustinussen, venjari, hevur tosað við stórum bókstavum í hálvleikinum, tí frá byrjan í seinna hálvleiki vóru okkara menn meiri ágrýtnir og lógu eisini væl hægri á vøllinum.

Hetta skapti eisini beinanvegin nakrar vandamiklar støður og 3-4 minuttir inn í seinna hálvleiki skoraði Christian Njøten til 1-0. Tað gingu tó bara 2 minuttir, so javnaði Villiam Klein fyri B36.

Seinni hálvleikur var annar nokk so javnur. FC Suðuroy skapti fleiri málmøguleikar – og við eitt sindur av neyvleika, so átti onkur teirra endað við máli.

Í hinum endanum fekk B36 ein stóran málmøguleika í seinastu minuttunum, men har stórbjargaði Rani N. Johannesen í málinum.

Tað komu ikki fleiri mál og hesin fyrsti dysturin av árinum endaði sostatt við javnleiki 1-1 og einum stigi í part.

Næsti dystur verður ímóti KÍ í Klaksvík næsta leygardag.