Adrian, Fríði, Olaf og Pætur til landsliðsvenjing
Í dag leygardagin 09.februar kl 12.00 – 13.30, var U19 landsliðsúttøkuvenjing á Tórsvølli.
Hetta var venjing fyri leikarar føddir í 2002 og sum eru, úr Miðstaðar, Vestur og Suðurøkinum.
FC Suðuroy hevði fýra leikarar við í dag.
Adrian Holm, Fríði Holm, Olaf Godtfred og Pætur Augustinussen
Allir hesir leikarar eru U17 leikarar hjá FC Suðuroy og eru í vikuni byrjaðir á Fótbóltsakademi Føroya.
Næsta venjing hjá U19, verður 23.februar.
Tá verður úttøkuvenjing á Eiði kl 11.00-12.30 tann venjingin er fyri leikarar sum eru føddir í 2001.
Vit hava eisini fleiri leikarar til tað venjingina, meira um tað seinni.



