FC Suðuroy-Royn í undanumfarinum í Løgmanssteypinum

Í kvøld varð lutakast í samband við kappingina um Løgmanssteypið. Og í undanumfarinum, sum verður spælt sunnudagin 3. apríl, tekur FC Suðuroy ímóti Royn á heimavølli á Eiðinum.

Vinnarin av tí dystinum skal spæla ímóti HB í Havn Skertisdag, 14. apríl.