FC Suðuroy tapti ónskvøldið 1-2 ímóti TB við Stórá og er sostatt úti av kappingini um Løgmanssteypið.
Tað var TB sum tíðliga í dystinum legði seg á odda 1-0 við máli sum Poul Ingason gjørdi. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti TB til 2-0, men stutt eftir minkaði Dávid Lisberg um munin við einum perlumáli.
Endaliga støðan gjørdist 2-1, men tá hædd verður tikin fyri, at okkara menn spældu ímóti einum liði í Betri-deildini, sterkt mannað av útlendskum leikarum, so er heilt greitt talan um eitt góðkent avrik.
Leygardagin skal FC Suðuroy á útivølli spæla ímóti EB/Streymi.