HB á útivølli í Gundadali gjørdist ein ov stór uppgáva fyri okkara menn, sum taptu 9-1 ímóti HB. Og úrslitið sigur onkursvegna nakað um munin á 2. deild og Betrideildini í føroyskum fótbólti anno 2022.
Okkara menn eru eina uppliving ríkari og hóast tapið, so taka við nógv við okkum á leiðini.
Málið hjá okkum gjørdi Ari Krosslá Poulsen, sum nú hevur gjørt 4 mál í 3 dystum.
Næsti dystur hjá FC Suðuroy er á heimavølli ímóti EB/Streymi leygardagin 23. apríl.
(tilvildarlig mynd úr Gundadali)