FC Suðuroy vann jóansøkudystin

FC Suðuroy tók á jóansøku ímóti Royn vesturi á Eiðinum.

Í einum spennandi dysti, sum hevði tað sum grannauppgerðir og stevnudystir skulu hava – stríðsvilja og ágrýtni og nakar málmøguleikar – vann FC Suðuroy 1-0. Málið gjørdi Dávid Lisberg.