FC Suðuroy ungdómsdeildin er byrja at leggja venjingar út á nyggju youtube síðuna.
Venjingarnar eru atlaðar sum íblástur til venjarar í FC Suðuroy, og annars til øll onnur sum vilja brúka tær til venjing.
Hugsanin er, at hava so nógvar venjingar sum tilber á sama stað, so venjarar hava møguleika, at finna tær skjótt fram.
Venjingarnar verða lagdar í “playlistar” eftir tema, so ein lætt og skjót, kann finna akkurát tað ein skal brúka.
Nyggja youtube síðan hjá FC Suðuroy sæst her.
https://www.youtube.com/channel/UC6_KoC62tOfrCbRBlNmpOGQ