Arbeiðið við at gera sáttmálar við leikarar til okkara bestu mansdeild heldur áfram – og í dag eru sáttmálar gjørdir við fleiri av ungu leikarunum hjá felagnum og í næstum verða eisini gjørdir fleiri sáttmálar við leikarar.
Á myndini eru frá vinstru: Hans Fríður Muller, Frans á Løgmansbø, Fríði Holm, Alexander Holm Kilgour, Jákup Taufik Joensen, Janus Augustinussen og Heini Lisberg.