Tað eru longu nógv sum hava meldað til fótbóltsskúlan hjá FC Suðuroy, sum verður í døgunum 29. og 30. juni í Vági.
Tað ber framvegis til at melda seg til fótbóltsskúlan, tí freistin er mánadagin 18. juni. Tilmeldingar-leinkja er niðanfyri.
Í ár vera Fótbóltsskúlarnir fyri børn í aldurinum 6 til 14 ár (fødd í 2004 til og við 2012).
Fríggjadag verður vant frá kl. 13 til 17 og leygardag frá kl. 10 til 15. Børnini møta hálvan tíma frammanundan.
Tilmeldingarfreistin er mánadagin 18. juni.
Kostnaður: 400 krónur (Gjaldið er fyri luttøkuna á fótbóltsskúlanum og fyri mat, frukt, bólt, T-shirt og luttøkubræv).