Leygardagin er fyrsti heimadystur á skránni hjá 2. deild, sum tekur ímóti EB/Streymi.
FC Suðuroy hevur undan hesum dystinum spælt ein dyst, tað var ímóti AB á Argjum, har FC Suðuroy tapti 1-3.
EB/Streymur hevur spælt tveir dystir, báðir á heimavølli og hevur vunnið báðar (4-1 ímóti FC Hoyvík og 4-0 ímóti KÍ).
Dysturin á Eiðinum byrjar kl. 13.30 – og stroymt verður frá dystinum.
Aftaná 2. deildardystin verður dystur í 3. deild, har FC Suðuroy tekur ímóti Royn.