Í dag var fyrsti venjingardystir í 2021 á Eiðinum, har FC Suðuroy tók ímóti Betriliðnum hjá TB. Leikararnir hjá FC Suðuroy ruddaðu fríggjadagin vøllin fyri kava, soleiðis at spælast kundi í dag – og umstøðurnar at spæla vóru góðar, hóast eitt lítið lot av landsynningi.
Tað sást á okkara monnum, at hetta var fyrsti dysturin í ár, men hóast hetta, so vóru nógvar góðar taktir, sum venjarin og leikarar kunnu taka við í fyrireikingunum til landskappingarbyrjan fyrst í mars.
TB byrjaði betur og trýsti høgt. Hetta trýstið førdi eisini við sær, at TB fekk ein góðan møguleika, tá uppspæl frá FC Suðuroy verjuni endaði hjá TB’arar í okkara vinstru síðu og hetta endaði við máli til 1-0.
TB hevði nakrar møguleikar afturat í fyrra hálvleiki, men Rani N. Johannesen í málinum hevði fleiri framúr bjargingar.
Fyrru helvt av seinna hálvleiki gekk sera javnt á millum liðini. FC Suðuroy spældi fult upp til TB og kom eisini fram til nakrar hálvar málmøguleikar. Í seinni helvt av seinna hálvleiki gjørdi FC Suðuroy fleiri útskiftingar, hetta broytti eitt sindur dystin og TB fekk tvey mál móti endanum av dystinum. FC Suðuroy hevði tó eisini fleiri góðar atsóknir á TB-málið og hevði tað ikki verið heilt av leið, um dysturin endaði t.d. 2-1 ella 3-1.
Samanumtikið ein góðkendur dystur, har FC Suðuroy vísti góðar taktir – og breið semja var kring vøllin um, at hetta sær spennandi út og eitt spennandi kappingarár er í væntu.
Fyri FC Suðuroy byrjaðu hesir dystin:
Rani N. Johannesen í málinum
Reidar D. Joensen, Bjartmar Holm, Bjørgvin Sveinbjørnsson og Rani Johansen í verjuni
Salmundur Bech, Dávid Lisberg, Veljko, Vukovic, og Heri Kjærbo á miðvøllinum
Pætur Augustinussen og Ari Krosslá Poulsen í álopinum.
Tíðliga í fyrra hálvleiki kom Fríði Holm á vøllin fyri Salmundur Bech, sum misti eina linsu, Salmundur kom inn aftur frá byrjan í seinna hálvleiki.
Í seinna hálvleiki komu Boas Nitsche (málverji), Christian G. Njøten, Ingi Poulsen, Gunnar Andreasen, og Alexander Holm Kilgour á vøllin.
