Javnleikur 1-1 á Eiði

FC Suðuroy spældi tíðliga seinnapartin ímóti EB/Streymi á útivølli á Eiði. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

Heri Kjærbo legði FC Suðuroy á odda 1-0 tíðliga í fyrra hálvleiki við beinleiðis frísparki.

FC Suðuroy hevði ígjøgnum dystin fleiri stórar møguleikar at økja um leiðsluna, men í staðin var tað EB/Streymur, sum við brotssparki í yvirtíðini, fekk javnað til 1-1.

Fyri FC Suðuroy var tað týdningarmikið at fáa í øllum førum 1 stig ímóti EB/Streymi í dag, tí FC Suðuroy og EB/Streymur stríðast um 2. plássið í 2. deild, sum tryggjar uppflyting í 1. deild.

Støðan í oddinum í 2. deild er hendan, nú 2 umfør eru eftir at spæla.

Nr. 1. Skála við 40 stigum (15 dystir)
Nr. 2. FC Suðuroy 37 stig (16 dystir)
Nr. 3 EB/Streymur 34 stig (16 dystir)

Í løtuni liggur Skála fremst og til uppflyting í 1. deild, men um so er, at Skála flytur niður úr Betri-deildini í 1. deild, so flytur Skála ikki upp úr 2. deild.

Støðan hjá FC Suðuroy er nú tann, at FC Suðuroy kann avgera egna lagnu. Við 4 stigum í teimum báðum seinastu dystunum, hevur FC Suðuroy tryggjað sær uppflyting í 1. deild.

Næsta leygardag, 24. okt., spælir FC Suðuroy ímóti Víkingi á heimavølli, og leygardagin 31. okt. skal FC Suðuroy spæla ímóti Undrið FF á útivølli í Hoyvík.

Myndina tók Heidi Eyðunsdóttir Kjærbo.