Jóansøkudystur á Eiðinum fríggjakvøldið

Jóansøkudystur á Eiðinum í kvøld, fríggjakvøldið kl. 18.30. Talan er um sera umráðandi landskappingardyst í stríðnum um uppflyting. 

Komið vestur frá setanini av jóansøkuni til ein kaffimunn og okkurt gott afturvið, ella pylsu og bjór og ikki minst eitt gott prát áðrenn dystin. 

Okur eru klár hálvan tíma áðrenn dystin og vónandi síggja vit nógv fólk á Eiðinum.

Góða jóansøku 🇫🇴