Leona – liðleiðari á U-16 Landsliðnum.

Suðuroyarliðið hjá kvinnum fekk javnleik í seinasta heimadysti. Hetta var sjálvandi kærkomið, tí liðið hevur tapt flestu dystir.

Málið er helst, at venjing og royndir skulu menna kvinnuliðið.

Leona K Djurhuus úr FCS er ein av leikarunum.

Herfyri var Leona  uttanlands við U-16 landsliðnum. Tær leiktu 2 venjingardystir ímóti Írlandi. Úrslitið kundi verið betri, men venjarin metti, at tær lærdu nógv av venjingartúrinum.

Leona úr FC Suðuroy varð tá vald til liðleiðara á landsliðnum hjá gentum 16 ár. Hon er verjuleikari.

Okur ynskja Leonu blíðan byrð.