So longi sum Herjólfur røkir Suðuroyarleiðina burturav, luttaka barna- og ungdómslið hjá FC Suðuroy frá U13 ár og yngri ikki í fótbóltskappingum norðanfjørðs.
Eins og hini feløgini í Suðuroynni, TB og Royn, hevur nevndin í FC Suðuroy tikið avgerð um at barna- og ungdómslið frá U13 ár og yngri ikki luttaka í fótbóltskappingini, meðan Herjólfur avloysir Smyril á Suðuroyarleiðini.
Í fyrsta lagi eru tað ov nógvar óvissur, bæði hvørt bilar og ítróttarfólk sleppa bæði norður og suðuraftur sama dag. Harnæst er tað eisini sjálv ferðatíðin, at børn mugu heimanífrá kl. 5 um morgunin og eru ikki heimaftur fyrr enn seint á kvøldi. Ikki minst, so eru tað eisini fleiri, sum ikki eru heilt trygg við at sigla við einum skipi, sum er so nógv minni enn Smyril, nú okur fara út í september.
Longu nú er eisini greitt, at tað verða fá lið, sum koma suður til kappingar, tí øll lið (uttan FC Hoyvík) meldaðu avboð til kappingar og dystir í Suðuroynni leygardagin 20. august.
FC Suðuroy, TB og Royn hava á fundi í dag, fríggjadagin 19. august, gjørt av at skipa kappingardagar í Suðuroynni fyri øll liðini, sum eru frá U13 ár og yngri, og verða hesir kappingardagar skiftisvís í Vági, á Tvøroyri og í Hvalba – hetta fyri at tryggja at okkara børn og ung sleppa at spæla fótbólt í vikuskiftunum hóast støðuna við Herjólfi.
Okur í nevndini í FC Suðuroy harmast um støðuna, men vóna at fáa sum best burturúr saman við barna- og ungdómsliðum hjá TB og Royn komandi vikurnar.