Miriam Pedersen nýggjur venjari í ungdómsdeildini hjá FC Suðuroy.

Miriam Pedersen kemur frá Hesselager, sum liggur á Fyn í Danmark.

Miriam hoyrdi av fyrstan tíð um FC Suðuroy frá einum av okkara fyrrverandi venjarum John Christensen, sum í dag er DBU konsulent m.a. í felagnum Hesselager fodbold.

Miriam var fyrr í ár her í Vági fyri at kunna seg um okkara umstøður fyri fótbóltsvenjarar.
Nú hevur hon so avgjørt at taka av okkara tilboði um at gerast ein av okkara ungdómsvenjarum.

Frammanundan hava vit tveir útlendskar venjarar knýttar at ungdómsvenjingini hjá okkum.
Dennis Nielsen, sum venur dreingir, og Christian Nøjten, sum venur gentur/kvinnur.

Miriam kemur at venja á gentu/kvinnu síðuni, og vit gleðast um, at vit við hesum styrka okkum á gentu/kvinnu síðuni.

Vit fegnast um, at vit hava fingið Miriam í venjarahópin hjá okkum og ynskja henni hjartaliga vælkomna til FC Suðuroy.