Prát við venjaran – Pól Thorsteinsson

Prát við Pól Thorsteinsson um vaksnamannadeildina hjá FC Suðuroy um fótbólt, venjing og umstøður.

Hetta fótbóltsárið hevur Pól Thorsteinsson vant fremstu liðini hjá FCS. – tað eru 2. og 3. deild hjá monnum.

Venjari í ungdómsdeildini:

Hann verið venjari hjá børnum í FC Suðruoy í 4-5 ár. “Mær dámdi tað væl” sigur Pól.

Vaksnamannadeildin:

Í ár vóru boð eftir Pól Thorsteinsson at taka sær av aðru og triðju deild hjá FCS.

Pól hevði ongantíð vant vaksin fyrr. Á fundi við nevndina spurdi hann, hvat tey væntaðu av venjaranum.

Jákup og Kári komu síðan við einum arbeiðsskjali. Teir prátaðu um ætlanir, krøv og møguleikar. Uppflyting var ikki eitt krav, og tað var gott.

-Eg tók av og gleddi meg til avbjóðingina, sigur Pól.

Eg hevði hugt eftir øllum dystunum árið fyri og sá gott, at tað kundi gerast trupult at flyta upp, tí stabiliteturin í útjaðaranum kann vera óstabilur. Leikarar koma og fara. Helst er tað arbeiði, sum ger, at teir ikki altíð eru tøkir í oynni.

Eg hevði lítlan hug at taka við venjarauppgávuni, um krav kom frá nevndini, at liðið skuldi flyta upp. Men nevndin var positiv og setti eingi órealistisk krøv. Tí fór eg hugagóður til venjara-uppgávuna..

Væntaði tú, at liðið fór at flyta upp í 1. deild?

Onnur deild leikar 18 dystir, men hjá okum spældi eingin leikari meir enn 16 dystir. Tað er sjálvandi ein trupulleiki hjá leikarunum og liðnum.

Tíbetur komu okur væl burturúr kappingini. Liðið hevur ongan dyst tapt í ár, sigur Pól við heimasíðuna.

Triðja deild hevur eisini verið mannað við hugagóðum fólki, men teir hava ikki leikt líka nógvar dystir í ár. Stóri trupulleikin er, at liðini norðanfyri, koma ikki til Suðuroynna.

Okra 3. deild flytir møguliga upp í 2. deild. Sum støðan er nú, so er góður møguleiki fyri at teir flyta upp í 2. deild.

Onnur deild flytir upp til fyrstu deild komandi kappingarár. Onkrir dystir eru eftir, so tað er bara ein spurningur, um teir vinna gull ella silvur.

– Eg plagi at siga við leikarar, sum møta til venjing og dystir: Tykur, sum møta upp til venjing regluliga, eru altíð teir bestu, sum felagið hevur.

Spurdur, um hann skal venja teir vaksnu komandi kappingarár, sigur Pól, at tey ikki hava tosað saman um tað enn.

Tá vit spyrja Pól, um hann heldur, at 1.-deildarliðið man fara at fóta sær í deildini, svarar Pól, at tað kunnu okur bara vóna. Bæði 2. deildar-liðini, sum fluttu upp í 1. deild í fjør, flyta nú niður aftur í ár.

Fótbóltskønir leikarar, sum hava leikt ímóti okum í ár, halda, at liðið er nóg sterkt til eitt pláss i miðjuni, sigur venjarin.

Laura á landsliðið.

Dóttir Pól, Laura Thorsteinsson, hevur nýliga verið til Baltic Cup við U-15 gentulandsliðnum. Tær spældu 3 dystir. Tær vunnu ein dyst, spældu ein javnan og taptu ein. Laura spældi nærum 100 % av tíðini.

Laura spælir sum miðverji.

Tá okur við einum smíli spurdu, hvørjum hasi fótbólts-genini koma frá, svaraði Pól, at mamman var systkinabarn við Justiusssen-brøðirnir í Gøtu J

 

 

Pól Thorsteinsson er ein av okra fremstu fótbóltsleikarum. Pól var 7 ár á landsliðnum. Hann var 1 ár í Odense og 1 ár við Valur í Íslandi (tað árið VB vann FM).

Fótbóltsroyndirnar kunnu vera til nyttu – vaksin og børn.

Okur spyrja Pól Thorsteinsson um royndirnar, hann fekk í fótbólti, kunnu verða til nyttu, nú hann er venjari.

-Eg brúki tað eg lærdi, og tað mær dámdi á vøllinum, sigur Pól.

-Munur er á at venja børn og vaksin. Børnini skulu lærast frá grundini, soleiðis at venjarin má sparka við fyri at læra tey. Tilgongdin er ymisk. Tey smáu skulu hava umsorgan, og nógvar lissur skulu bindast, sigur Pól við einum smíli.

Venjingar-uppgávan er nakað annað hjá teimum vaksnu. Vaksna-mannaliðini, serliga fremsta liðið, hava størri prestisju og fleiri viðhaldsfólk. Mær dámar avbjóðingina, og mær dámar fótbólt, og tað góða, tað hevur við sær, sigur Pól Thorsteinsson.

Heimasíðan takkar fyri prátið.