Seinasta kapping hjá U11 gentum

Leygardagin vóru U11 genturnar í Sandavági, har seinasta kapping hjá teimum í ár var á skránni. Genturnar vunnu 2 dystir og spældu 2 dystir javnt.

Gentufótbólturin hjá FC Suðuroy er í stórari menning. At kalla allar genturnar hjá U11 byrjaðu at spæla fótbólt í ár – onki U11 lið ella U9 lið var í fjør.

Og nú seinasta kapping var á skránni gekk tað eisini sera gott. 

Genturnar vunnu 3-1 á HB, spældu javnleik 1-1 ímóti NSÍ, javnleik 0-0 ímóti B68, og vunnu 3-0 ímóti 07 Vestur

Eftir kappingin skipaði Jón Pauli Olsen, ungdómsvenjari, fyri at genturnar kundu hugna sær saman í Havn, áðrenn leiðin gekk suðuraftur. Tær vóru og svumu í Havn og eftir tað bowlaðu tær í Bowlinghøllini, har tey eisini ótu saman.

Ein sera góður háttur at enda kappingarárið.