Stórsigur 9-2 í Runavík

FC Suðuroy var í dag við Løkin, har NSÍ tók ímóti.

NSÍ byrjaði dystin við at skora til 1-0 eftir 23 sekund. Men so var tað eisini tað, tí restina av dystinum átti FC Suðuroy.

Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð var støðan 9-2 til FC Suðuroy.

Málini gjørdu
Ari Krosslá Poulsen 2 mál
Alexander Holm Kilgour 2 mál
Hans Fríður Muller 2 mál
Rói Klakkstein Vilhelm 2 mál
Heri Kjærbo 1 mál