Í góðveðrinum leygardagin høvdu 82 áskoðarar leitað sær vestur á Vágseiði at hyggja eftir 2-deildar-dystinum millum FCS-Víkingar.
Dysturin var undirhaldandi, men spenningur var eingin. Heimaliðið vann 9-0.
Málini komu í hesi raðfylgju (min): Teit 8 min, Owasu 11, Hans F 14, Fríði 15, Jákup 36, Gunnar 55, Alexander 77, Fríði 84 og 87 min.
Dysturin í 3. deild varð avlýstur, tí norðingar møttu ikki. Kanska var tað tí, at venjarin, Pól Thorsteinsson, hevði nógvar (6) útskiftingar.
Síðsta kappingarár eydnaðist ikki felagnum at flyta upp í næstbestu deildina. Alt tíðir nú uppá, at FCS kemur at spæla í næstbestu deildini komandi kappingarár.
Komandi vikuskifti er útidystur ímóti Royn.